Ársaðalfundur 2021

Aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum verður á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 16. apríl kl. 10.00.
 

Skrá sambært viðtøkum felagsins:

1.      Val av fundarstjóra og atkvøðuteljarum

2.      Frásøgn nevndarinnar frá farna árinum

3.      Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar

4.      Val av nevndar- og tiltakslimum

5.      Val av løggildum grannskoðara

6.      Innkomin mál

7.      Ymiskt
 

Morgunmatur er frá kl. 9.15 – 10.00

Frokostbuffét er kl. 12.00-13.00

Eftir fundin er fyrilestur við Jógvani Fríðriksson, Føroya biskupi og ársins almenna leiðara í 2020.

Vit enda við einum drekkamunni uml kl 14.30

Møtið fjølment!