Heilsurøktarafelagið

Um felagið

Í Heilsurøktarafelagnum eru umleið 400 limir.

Endamál felagsins, sambært viðtøkunum, er:

- At vera eitt fakfelag fyri heilsurøktarar, pleygarar, sjúkrahjálparar, røktarheimsassistentar, ítrivsvegleiðarar og neurofysiologiassistentar.

- At fremja felags áhugamál limanna, og við samanhaldi at varðveita felags gagn teirra. At virka fyri lønar- , eftirlønar- , arbeiðs- og útbúgvingarviðurskiftum limanna.

- At virka fyri menning og trivnaði á arbeiðsplássinum.

- At varpa ljós á fakliga samleikan hjá limunum og at menna og styrkja øll tey fakligu økini, ið limirnir umboða.

- At fylgja við viðurskiftum og viðgera mál, sum kunnu hava áhuga og týdning fyri limirnar og felagið.

- At samstarva við arbeiðspláss, fakfeløg og áhugabólkar her á landi, í Norðurlondum og úti í heimi.

Heilsurøktarafelagið hevur javnan skeið fyri limirnar og skipar fyri minst tveimum álitisfólkafundum um árið. Aðalfundur er á hvørjum ári í apríl mánaða í Tórshavn. Av øðrum afturvendandi tiltøkum kann nevnast: limafundir kring landið, arbeiðsplássvitjanir, kunningarfundir í Heilsurøktarafelagnum og á Heilsuskúlanum  fyri heilsurøktaranæmingar og almenn tiltøk, har vit millum annað varpa ljós á førleikar og starvsøkið hjá heilsurøktarum.

Limir eru vælkomnir inn á skrivstovuna til eitt prát og ein kaffimunn.

Heilsurøktarafelagið heldur til í egnum húsum nevnd Jákupsstova. Fimm fakfeløg leiga skrivstovuhøli í Jákupsstovu: Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Kost- og føðslufelag Føroya og Ljósmøðrafelag Føroya. Hesi fimm hava felags skrivstovu.

Harumframt heldur Sita Rajani, sum veitir sálarfrøðiliga ráðgeving, til í Jákupsstovu, eins og at Føroya Heimavirkisfelag hevur goymslu í húsinum.