Søga felagsins

Søgan hjá Heilsurøktarafelagnum

Á stovnandi aðalfundi í apríl 2012 løgdu Almanna- og heilsurøktarafelagið (gamla Sjúkrahjálparafelagið) og Føroya Psykiatrifelag (gamla Føroya Pleygarafelag) saman til eitt felag - Heilsurøktarafelagið. Eingin orsøk var longur at hava tvey ymisk feløg: Gomlu útbúgvingarnar til pleygara og sjúkrahjálpara vóru niðurlagdar, bæði feløgini organiseraðu heilsurøktarar, og feløgini høvdu havt felags sáttmála síðan 2007 .

Í Heilsurøktarafelagnum eru flestu limirnir heilsurøktarar, men nakrir sjúkrahjálparar, pleygarar, røktarheimsassistentar og ítrivsvegleiðarar eru eisini limir. Ein neurofysiologiassistentur er í felagnum. Limatalið er á leið 400.

Søgan hjá Føroya Sjúkrahjálparafelag og Almanna- og heilsurøktarafelagnum

Oktavia Nielsen (Guggan), sjúkrahjálpari og álitiskvinna á Landssjúkrahúsinum, kallaði til fundar í kantinuni á Landssjúkrahúsinum hin 13. juli 1973. Stig var tikið til fundin, tí sjúkrahjálparar kring landið vóru ónøgdir við ikki at verða settir í fast starv. Somuleiðis meintu fleiri, at teir fingu ov lítið í løn, eins og lønin javnan varð útgoldin 6 – 8 vikur ov seint. Á fundinum møttu 48 sjúkrahjálparar. Á hesum fundi var val, og í fyrstu nevndini sótu: Diana í Puntabyrgi, forkvinna, Inna Nattestad, næstforkvinna, Jónfríð Poulsen, Palli Juhlsgart og Elenora Garðshorn (Nora). Eykalimir vóru Jónvør Poulsen og Karin við Høgadalsá.

Stovnandi aðalfundurin var hin 2. novembur 1973 klokkan 19.00 á Hotel Føroyum. Á hesum fundinum møttu 52 sjúkrahjálparar úr Klaksvík, Vágunum og Tórshavn. Í nevndina vórðu vald: Diana í Puntabyrgi, forkvinna, Inna Nattestad, næstforkvinna, Nora Garðshorn, kassameistari, Jónfríð Poulsen og Marjun Nolsø. Eykalimir vóru Oktavia Nielsen og Olantina Simonsen.

Felagið fekk eisini navn hendan dagin, og varð kallað Føroya Sjúkrahjálparafelag. Eitt av fyrstu málunum hjá felagnum var at fáa sett allar limirnar í fast starv og at fáa teimum ein føroyskan sáttmála.

Flestu limirnir í felagnum vóru sjúkrahjálparar, ið høvdu nomið sær útbúgving í Danmørk. Í felagnum vóru eisini einstakir aðrir limir. Hetta vóru røktarheimsassistentar, ítrivsvegleiðarar og nakrar ófaklærdar, sum fóru til Danmarkar at taka útbúgving til sjúkrahjálpara. Sjúkrahjáparafelagið hevði eina avtalu við Københavns kommunu um, at seks føroyingar kundu koma inn á sjúkrahjálparaskúla um árið. Seinni fingu vit ein neurofysiologiassistent sum lim í felagið.

Í 1990 blivu útbúgvingarnar til sjúkrahjálpara, røktarheimsassistent, pleygara og ítrivsvegleiðara niðurlagdar, og stutt eftir varð útbúgvingin til heilsurøktara (social- og sundhedsassistent) sett á stovn í Danmark. Tíggju ár seinni var helvtin av limaskaranum heilsurøktarar. Føroyska heitið fyri heilsurøktarar var tá almanna- og heilsuatstøðingur, so nú var navnið Føroya Sjúkrahjálparafelag ikki hóskandi meira. Á aðalfundi í apríl 2001 varð navn felagsins broytt til Almanna- og heilsurøktarafelagið.

Í 2008 blivu fyrstu heilsurøktararnir í Føroyum útbúnir á Heilsuskúla Føroya.

Forkvinnur í Føroya Sjúkrahjálparafelag:

Diana í Puntabyrgi     1973 - 1975

Brynhild Dalsgaard    1975 - 1977

Meta Johannesen       1977 - 2000

Forkvinnur í Almanna- og heilsurøktarafelagnum:

Fríbjørg Jacobsen      2000 - 2002

Mamy D. Sørensen   2002 - 2004

Majbritt Mohr              2004 - 2007

Jóhanna Henriksen   2007 - 2010

Majbritt Mohr             2010 - 2016

Forkvinna í Heilsurøktarafelagnum:

Rakul í Gerðinum        2016 -

Søgan hjá Føroya Psykiatrifelag og Føroya Pleygarafelag

Í áravís sendi almennu Føroyar sjúklingar við sálarsjúku til viðgerðar í Danmark. Tá ið fyrsti parturin av psykiatriska deplinum varð bygdur seinast í sekstiárunum, fluttu nógvir sjúklingar heim aftur úr Danmark á psykiatriska depilin at búgva. Pleygarayrkið, sum er rættiliga gamalt, kom tá til Føroya.

Føroya Pleygarafelag, sum seinni broytti navn til Føroya Psykiatrifelag, var upprunaliga danskt, eins og fleiri onnur føroysk almenn fakfeløg vóru tá.

Á stovnandi aðalfundi tann 1.  juni 1990 bleiv Føroya Pleygarafelag stovnað, og í brævi til Føroya Landsstýri tann 25. juni sama ár bleiv fráboðað at: “Dansk Plejerforening Føroya Deild er ophørt, dette blev vedtaget på en ekstraordinær generalforsamling den 1/6-1990”.

Síðani bleiv ynski um sáttmálasamráðingar sent Føroya Landsstýri. Hetta skuldi vísa seg at blíva torført. Føroya Landsstýri vildi hava avgreitt setanarviðurskiftini hjá tænastumonnunum, sum vóru pleygarar og at rokna sum danskir. Sáttmálin endaði við eisini at hava eina áseting fyri tænastumenn, sum vísti til tænastumannasáttmálan hjá landinum. Pleygararnir, sum vóru tænastumenn, gjørdust hervið eisini limir í felagnum. Fleiri tænastumenn vóru við at stovna felagið, og fyrsti formaðurin var tænastumaður. Fyrsti sáttmálin bleiv undirskrivaður 27/11-1991 og var í gildi til 1/6-1993.

Tey, ið vórðu vald í fyrstu nevndina hjá Føroya Pleygarafelag vóru:

Formaður                  Henning Christensen
Næstformaður       Hallur Heinesen
Peningarøkil           Tove Vinther
Nevndarlimur         Steinvør Mittún
Nevndarlimur         Danjal Joensen

Nýggja útbúgvingin til “Social- og sundhedsassistent”  bleiv veruleiki í 1990 og samstundis steðgaði útbúgvingin til pleygara í Danmark. Hetta gjørdi, at tað komu fleiri heilsurøktarar (føroyska orðið fyri social- og sundhedsassistent) at arbeiða á psykiatrisku deildunum, samstundis sum tað blivu færri pleygarir.

Á heysti 2000 samtykti nevndin á nevndarfundi, at man skuldi royna at fáa nýtt navn til felagið. Nevndin bleiv samd um, at felagið skuldi eita Føroya Psykiatrifelag. Á eykaaðalfundi 2. februar 2001 bleiv nýggja navnið góðtikið. Nýggja navnið lýsti betri virksemið hjá felagnum.

Føroya Psykiatrifelag og Almanna- og heilsurøktarafelagið samanskrivaðu sáttmálarnar og fingu felags sáttmála í 2007.

Í 2012 bleiv Føroya Psykiatrifelag niðurlagt og nýtt felag sett á stovn saman við Almanna- og heilsurøktarafelagnum. Nýggja felagið fekk navnið Heilsurøktarafelagið.

Formenn/forkvinnur, ið hava myndað felagið eru:

Henning Christensen 1990 til 1993

Brynhild Jacobsen     1993 til 1996                                                       

Sjúrður Norðbúð        1996 til 2008                                                        

Kertin Rasmusen       2008 til 2012