Viðtøkur

Viðtøkur fyri Heilsurøktarafelagið

Grein 1.
Navn felagsins er Heilsurøktarafelagið. Felagið hevur heimstað í Tórshavn.

Grein 2.
Endamál felagsins er:
- At vera eitt fakfelag fyri heilsurøktarar, pleygarar, sjúkrahjálparar, røktarheimsassistentar, ítrivsvegleiðarar og neurofysiologiassistentar.
- At fremja felags áhugamál limanna, og við samanhaldi at varðveita felags gagn teirra.
- At virka fyri lønar- , eftirlønar- , arbeiðs-  og útbúgvingarviðurskiftum limanna.
- At virka fyri menning og trivnaði á arbeiðsplássinum.
- At varpa ljós á fakliga samleikan hjá limunum og at menna og styrkja øll tey fakligu økini, ið limirnir umboða.
- At fylgja við viðurskiftum og viðgera mál, sum kunnu hava áhuga og týdning fyri limirnar og felagið.
- At samstarva við arbeiðspláss, fakfeløg og áhugabólkar her á landi, í Norðurlondum og úti í heimi.

Grein 3. Altjóða samstarv.
Heilsurøktarafelagið er við í tveimum altjóða samstarvum. Nordisk Treff, sum er eitt  norðurlendskt psykiatriskt samstarv, og European Council of Practical Nurses (EPN), sum er eitt evropiskt heilsufakligt samstarv.

Grein 4. Limarættur.
Tey, ið ynskja at gerast limir, tekna seg á heimasíðu felagsins. Upptikin sum limir kunnu vera tey í grein 2 nevndu eins og lesandi til tær í grein 2 nevndu yrkisgreinar. Álitisfólkini skulu kunna nýggj starvsfólk um limaskapin.

Stk. 2. Limur skal sjálvur boða frá broytingum í viðurskiftum, sum hava týdning fyri limaskapin (bústað, starv o.t.)

Stk. 3. Limur, ið fer úr starvi, skal skrivliga boða fakfelagnum frá, at hann ikki longur er í vinnu. Tey, sum gevast at arbeiða, fara í farloyvi uttan løn ella gerast arbeiðsleys, kunnu verða skrásett sum hvílandi limir við skrivliga at boða skrivstovu felagsins frá.

Stk. 4. Hvílandi limir og lesandi eru ikki valbær og hava ikki atkvøðurætt á aðalfundum.

Grein 5. Limagjald.
Til at greiða útreiðslur fakfelagsins til rakstur og annað, verður álagt limunum eitt limagjald. Upphæddin á limagjaldinum verður ásett av aðalfundinum. Limagjaldið kann verða afturhildið í lønini hvønn mánað.

Stk. 2. Er limur í eftirstøðu við limagjaldi fyri meira enn tveir mánaðir, kann nevndin gera av, at limurin skal verða strikaður. Áðrenn limur verður strikaður av hesi orsøk, skal hann fáa eina skrivliga áminning um eftirstøðuna í innskrivaðum brævi. Verður ikki goldið tá, innan 14 dagar frá tí degi at rokna, at brævið er sent frá felagnum, verður limur strikaður.

Stk. 3. Limur kann siga seg úr felagnum við serligari fráboðan til felagið. Freistin er ein mánaður til endan av einum mánaði. Ikki ber til at taka seg úr felagnum, so leingi ávarað er um arbeiðssteðg ella líknandi átøk, ella so leingi ósemja er millum felagið og arbeiðsgevara, sum limurin arbeiðir fyri.

Grein 6. Verkfalsgrunnur.
Ein partur av limagjaldinum fer í verkfalsgrunn. Nevndin ger reglur fyri verkfalsgrunnin og umsitur hann. 

Stk. 2. Í sambandi við verkfall ella arbeiðssteðg, orsakað av lønar- ella sáttmálatrætu, kann nevndin gera av, at limir, ið fevndir eru av tiltakinum, fáa pening útgoldnan úr verkfalsgrunninum, í tann mun nevndin heldur tað vera ráðiligt við atliti at fíggjarstøðu verkfalsgrunsins.

Grein 7. Aðalfundur.
Aðalfundurin hevur hægsta ræði í øllum viðurskiftum felagsins.

Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í apríl. Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin, sum verður kunngjørdur í minsta lagi tvær vikur frammanundan við lýsing í minsta lagi einum av føroysku bløðunum og á heimasíðu felagsins.

Stk. 2. Øllum limum er heimilað skrivliga at bera fram uppskot til viðgerðar á aðalfundinum. Øll uppskot skulu vera forkvinnuni/formanninum í hendi 14 dagar áðrenn ásetta aðalfundin. Ongar avgerðir av týdningi kunnu takast undir punktinum “ymiskt.”  

Stk. 3. Á dagsskránni fyri aðalfundin skulu vera hesi punkt:

Val av fundarstjóra og atkvøðuteljarum
Frásøgn nevndarinnar frá farna árinum
Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar
Val av forkvinnu/formanni, nevnd og tiltakslimum
Val av einum løggildum grannskoðara
Innkomin mál
Ymiskt

Stk. 4. Forkvinnu/formansval skal hava serstaka fráboðan í fyrstu aðalfundarlýsing og skal setast á skránna, sum verður kunngjørd limunum fyri aðalfundin. Limir skulu møta á aðalfundi fyri at verða valdir í nevndina, ella skal viðkomandi leggja skrivliga váttan um, at hesin tekur við vali.

Stk. 5. Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur, og allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta, uttan so at hesar viðtøkur áseta annað. Stendur á jøvnum, fellur uppskotið burtur. Øll atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, uttan so at fundurin velur annan atkvøðugreiðsluhátt.

Stk. 6. Um tað, sum fer fram á aðalfundinum, verður førd ein fundarbók, ið verður undirskrivað av fundarstjóranum.

Stk. 7. Hvør limur í felagnum hevur eina atkvøðu, sí tó grein 4.

Grein 8. Eykaaðalfundur.
Eykaaðalfundur kann verða, tá ið nevndin heldur, at tað er neyðugt, ella tá í minsta lagi ¼ av limunum skrivliga krevja eitt evni til viðgerðar við tilskilaðari dagsskrá til fundin. Sí tó grein 14 og 15 í hesum viðtøkum.

Stk. 2. Nevndin avger tíð og stað fyri eykaaðalfundin, sum tó skal verða hildin í seinasta lagi tvær vikur aftaná, at áheitan um eykaaðalfund er komin til nevndina.

Stk. 3. Lýst verður til eykaaðalfundar í minsta lagi eina viku frammanundan, men annars á sama hátt sum til vanliga aðalfundin.

Grein 9. Nevndararbeiði.
Í nevndini sita fýra nevndarlimir og forkvinnan/formaðurin. Forkvinna/formaður og 2 nevndarlimir verða vald/ir líka ár og 2 nevndarlimir ólíka ár. Forkvinnan/formaðurin og nevndarlimirnir verða valdir fyri 2 ár í senn.

Stk. 2. Valdir verða tveir tiltakslimir. Eisini hesir verða valdir fyri tvey ár. Bert annar gongur út á hvørjum ári.

Stk. 3. Nevndin hevur fund eina ferð um mánaðin. Forkvinnan/formaðurin boðar til fundar við eina viku freist, um tað ikki er bráðneyðugt at hava fund. Somuleiðis skal forkvinnan/formaðurin boða til fundar í ótíð, um meira enn helvtin av nevndarlimunum ynskja tað.

Stk. 4. Um nevndarlimi berst frá, kann forkvinnan/formaðurin boðsenda einum tiltakslimi, um nevndin heldur, tað er neyðugt. Nevndin er viðtøkufør, um tríggir limir møta.

Stk. 5. Nevndin ger starvsskipan sína.

Stk. 6. Á fundinum verður førd fundarbók, sum møttu limir nevndarinnar skriva undir. Mál, sum limir vilja hava viðgjørt í felagnum, skulu sendast skrivliga til felagið. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.

Stk. 7. Nevndin hevur ábyrgdina av ognum og dagligu umsiting felagsins. At taka sær av hesum kann hon seta og løna starvsfólki.

Stk. 8. Tagnarskylda er galdandi fyri alt nevndararbeiðið.

Stk. 9. Fráfarandi forkvinna/formaður eigur rætt til eina fulla mánaðarløn, frá tí viðkomandi fer frá sum forkvinna/formaður. Viðkomandi skal hetta tíðarskeiðið vera tøk/ur at veita nýggju/a forkvinnuni/formanninum og nevndini ráðgeving.

Grein 10. Bindingar.
Nevndin bindur við gerðum sínum og samtyktum felagið í øllum viðurskiftum við ábyrgd fyri aðalfundinum.

Stk. 2. Felagið heftir fyri fíggjarligu ábyrgdunum einans við ognum sínum. Limir felagsins hefta ikki fyri felagið.

Stk. 3. Forkvinnan/formaðurin saman við einum nevndarlimi ella skrivstovufólki bindur felagið við sínari undirskrift. Til at binda felagið við lántøku/veðhaldsveiting fyri meira enn 100.000 kr. og til keyp ella sølu av fastari ogn krevst tó aðalfundarsamtykt, og at forkvinnan/formaðurin saman við minst tveimum nevndarlimum skrivar undir.

Grein 11. Roknskapur.
Roknskapurin fylgir álmanakkaárinum.

Stk. 2. Roknskapur felagsins verður grannskoðaður árliga av einum á aðalfundinum valdum løggildum grannskoðara.

Stk. 3. Roknskapurin fyri hvørt ár skal leggjast fram uppgjørdur av bókhaldaranum í seinasta lagi hin 15. februar og verður síðan sum skjótast latin grannskoðaranum til grannskoðan. Roknskapurin verður lagdur fyri aðalfundin til góðkenningar. 

Grein 12. Innlit í fundarbók.
Ynskir limur innlit í fundarbók, skal tað leggjast fyri nevndina. Um nevndin góðtekur hetta, kann limurin saman við forkvinnu/formanni ella næstformanni fáa avmarkað innlit, sí § 9 stk. 6, eftir avgerð nevndarinnar. Innlit verður ikki veitt í persónligar og viðkvæmar upplýsingar.

Grein 13. Skylda limanna.
Limirnir hava skyldu til gjølla at halda lógir felagsins og fylgja boðum frá nevndini. Ger limur brot móti lógum felagsins ella móti boðum, sum nevndin gevur, skal limurin fyrst hava skrivliga ávaring. Um lógarbrotið verður framt aftur, skal nevndin taka støðu til, um limurin skal úr felagnum. Avgerð nevndarinnar kann leggjast fyri fyrstkomandi aðalfund til endaliga avgerðar. Viðkomandi limur skal hava boð um hetta í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, og limurin hevur rætt at møta á aðalfundinum at føra síni sjónarmið fram.

Grein 14. Broyting av viðtøkunum.
Viðtøkubroyting kann bert fara fram, tá ið uppskot um viðtøkubroytingina er sett fram frammanundan, og broytingaruppskotið er lýst í kunngerðini um aðalfundin sambært grein 7, 1 stk. í hesum viðtøkum.

Stk. 2 . Til at broyta viðtøkurnar krevst, at í minsta lagi 2/3 av møttu limum felagsins atkvøða fyri uppskotinum.  Á aðalfundinum skal greiðast frá uppskotinum um viðtøkubroyting.

Stk. 3. Stendur atkvøðugreiðslan á jøvnum, fellur málið.

Grein 15. Avtøka ella samskipan.
Felagið kann verða tikið av ella samskipað við annað felag, um 3/4 av limum felagsins á aðalfundi atkvøða fyri hesum. Um ikki 3/4 av limunum eru til staðar á aðalfundinum, kann nevndin boða til eykaaðalfundar, sum skal verða í seinasta lagi 4 vikur seinni. Í innkallingini skal verða greitt frá uppskotinum um at taka av felagið.

Stk. 2. Tá kann felagið verða tikið av við 3/4 meiriluta, sama hvussu nógvir limir eru møttir. Stendur atkvøðugreiðslan á jøvnum, fellur málið.

Stk. 3. Verður felagið tikið av ella samskipað við annað felag, avgerð viðkomandi aðalfundur við vanligum meiriluta, hvat ognir felagsins skulu nýtast til.

Soleiðis samtykt á aðalfundi hin 21. apríl 2012