Heilsu- og røktarøkið á breddan

Heilsu- og røktarøkið er aftur komið á breddan, nú Búskaparráðið hevur víst á stóra starvsfólkatrotið, sum leingi hevur verið á økinum, og tíverri vísir seg at vera vaksandi.

Í dag vóru vit boðin á fund við tingbólkin hjá Tjóðveldi, har vit viðgjørdu nakrar av stóru avbjóðingunum á starvsøkinum hjá heilsurøktarum. Ólagaligar arbeiðstíðir, lágt lønarlag og ein alt ov lítil tilgongd av ungum ungum fólki til fakið eru nøkur evni, har batar kunnu og mugu gerast, fyri varveita vælferðina.

Vit fegnast um at verða hoyrd og takka fyri eitt gott og gevandi prát.