Trivnaðarkanning

Heilsurøktarafelagið hevur avgjørt at endurtaka trivnaðarkanningina, sum var gjørd millum limirnar í felagnum, í 2013.

Endamálið er at fáa innlit í trivnaðin og starvsviðurskiftini hjá heilsurøktarum í 2021.

Við at endurtaka somu kanning sum í 2013 fáa vit eisini innlit í, um støðan er batnað ella versnað seinastu 8 árini í mun til summar av spurningunum.

Spurnakanningin verður brúkt í arbeiðinum hjá felagnum til at betra um arbeiðskorini hjá heilsurøktarunum. Við at svara fáa limir møguleikan at gera vart við sínar hugsanir og at betra umstøðurnar hjá heilsurøktarum. Tí jú fleiri svarað spurnabløð vit fáa innaftur, jú meira eftirfarandi grundarlag hava vit at gera okkum eina mynd av arbeiðsumstøðunum hjá heilsurøktarum.

Stutt um kanningina:

Spurnarblaðið inniheldur 56 spurningar, og tað tekur umleið 20 minuttir at svara.

Kanningin er 100% anonym; hvørki navn ella bústaður skulu skrivast nakrastaðni. Svaraðu spurnabløðini kunnu ikki vísa aftur til nakran ávísan persón.

Spurnablað er sent øllum limum í Heilsurøktarafelagnum og vit heita limir okkara um at fylla spurnablaðið út og lata  tað inn aftur í seinasta lagi mánadagin 3. mai 2021.

Eru spurningar ella trupulleikar viðvíkjandi spurnablaðnum ber til at seta seg í samband við Rakul á tel. 51 56 70 ella á teldupost heilsurokt@gmail.com ella  Jónleiv Joensen, Cand.Scient.pol., sum skipar fyri kanningini vegna Heilsurøktarfelagið, á tel. 50 60 95 og/ella jonleivurj@hotmail.com.